? Eg havi ikki rættuliga fatað tað enn, tí tað er so nógv ógvusligari enn tað er heima hjá okkum sjálvum, sigur Kate Armstrong nú jólini nærkast.
Hon heldur til í Havn, og er eins og Sarah í Fuglafirði úr einum landi har veðrið er so øgiliga nógv øðrvísið enn tað er her um okkara leiðir. Men tað er jólahátíð teirra so sanniliga eisini.
? Ja, tað má eg siga. Jólini her eru so nógv »ógvusligari« enn okkara og tað er eitt sindur ringt at venja seg við. Her er jól líkamikið hvagar tú vendir tær, sigur Kate.
Eins og hjá grannunum í Avstralia eru jólini ikki nakað, sum tey seta í samband við kava og vetur, tí har er hásummar.
? Tað er alt annað enn kavi. Jólini seti eg í samband við sól, summar og sandstrond. Kavi sæst ikki á okkara leiðum um jóltíðir. Í veruleikanum havi eg bara sæð kavan í fjøllunum, sigur Kate, sum er frá Bay of Plenty.
Annars sigur Kate, at jólini hjá teimum eru ein familjuhátíð eins og tey eru her.
? Vit hava eina sera stóra familju - nógv systkin og nógv børn - so har hendir nakað alla tíðina, sigur Kate.
Men tað er ikki sami andin yvir jólunum har sum her, og tí endar alt við at tey vaksnu ganga í ørviti av allari sjampanjuni tey hava drukkið, leggur hon afturat.
Tí er tað ikki so løgið at ímynda sær, at hennara fyrstu jól uttan fyri Ný Sæland vera heilt øðrvísið enn tað hon er von við.
? Men tað fer at ganga, hóast mær nokk fer at leingjast eftir skyldfólkunum, sigur Kate Armstong.










