Her eru dagsins apríl-søgur

Apríl, apríl!

Apríl, apríl!

Í dag bóru vit tíðindini um, at olja varð funnin í Eysturoyartunlinum. Vit skrivaðu, at vit høvdu tosað við arbeiðsmann hjá NCC, sum segði, at olja spríkir úr minst 50 av teimum 100 holunum, sum eru borað til næstu spreinging. Haraftrat eru oljuserfrøðingar úr Noregi komnir til Føroya við leiguflogfari í gjárkvøldið at kanna málið. 

– Hetta er heilt fantastiskt. Nú má tunnil vera tunnil. Um tað vísir seg, at har er olja í rakstrarverdum nøgdum, sum alt bendir á, so fara vit undir framleiðslu beinanvegin, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Les okkara aprílsøgu HER.

Fleiri aðrir miðlar, stovnar og fyritøkur hava gjørt okkurt burturúr aprílsøgum í dag. Vit fara her at endurgeva nakrar av hesum søgunum.

 

Tvørafólk mugu ikki skola niður

##med2##

Tvøroyrar kommuna boðaði frá, at komandi dagarnir verður ólag á kloakkskipanini í kommununi, og borgararnir koma tíverri at merkja tað, tí meðan arbeitt verður, mugu borgararnir ikki skola niður.

- Í dag og í morgin verða tað borgarar, ið búgva í økinum frá Missiónshúsinum og út til apotekið, ið ikki mugu skola niður. Undantakið er millum kl. 20 og 20:30, tá gjørligt verður at skola niður.

- Ónsdagin má ikki skolast niður á Sevmýri og í Froðba. Tórsdagin mugu tey, ið búgva í økinum frá missiónshúsinum og inn til Gaards Bakarí ikki skola niður. Fríggjadagin er tað so økið frá Gaards Bakarí og inn til Sterling, ið mugu ansa sær við skoliknøttinum.

Les meira HER.

 

Søkt verður eftir fólki til almenna WC í Sandvík

##med3##

Hvalbiar kommuna sendi í dag starvslýsing út. Arbeiðið var at ansa almenna vesinum í Sandvík.

Hvalbiar kommuna skrivaði soleiðis:

- Arbeiðið umfatar:
At lata hurðina upp um morgunin og aftur á kvøldi og at halda WC reint.

Talan er um 8 tímar um vikuna í tíðarskeiðinum apríl – september.

WC er opið hvønn dag frá kl. 10.00 á morgni til kl. 22.00 á kvøldi.

Skrivlig umsókn skal vera Hvalbiar Kommunu í hendi áðrenn hósdagin tann 11. apríl 2019.

Sí starvslýsingina HER.

 

Risin er dottin í havið

##med4##

Tíðliga í morgun kom Dimmalætting við tíðindunum um, at Risin var koppaður. Orsøkin var nógva brimið, sum hevur verið seinastu dagarnar, og eftir stendur Kellingin einsamøll.

- Tað var ein syrgilig sjón, ið møtti tjørnuvíkingum í lýsingini í morgun, tá teir hugdu út í havsbrúnna. Risin, sum í øldir hevur staðið saman við Kellingini undir Eiðiskolli, er ikki til meir.

Á Eiði hoyrdu fólk buldrið, tá Risin rapaði um trý-tíðina í nátt 1. apríl.

– Hetta er sera spell. Tað kennist løgið at vita, at Risin ikki er til longur, sigur Jørundur Norðurgarð av Eiði.

Les meira HER.

 

Tobbi stillar upp fyri Sjálvstýri

##med5##

Vágaportalurin vildi vera við, at Torbjørn Jacobsen fer at stilla upp fyri Sjálvstýri. 

- VP ringdi til borgarstjóran, og spurdi um hann kundi vátta tíðindini, sum vóru farin at ganga.

“Ja”, var svarið.

Spurdur, hví borgarstjórin, sum hevur verið tjóðveldismaður, velur at stilla upp fyri Sjálvstýri, sigur hann, at tað í fyrstu atløgu er fyri at økið skal varðveita umboðanina á tingi.

Les meira HER.

 

Atlantsflog hevur gjørt íløgu í WOW Air

##med6##

Søgan um Tobba í Sjálvstýrinum var ikki einasta aprílsøgan frá Vágaportalinum. Vp.fo visti eisini at siga, at íslendska flogelagið Wow-air er lent í Vágum.

- Av teimum tilsamans 23 flogførunum í flotanum hjá WOW, sum fór á heysin í farnu viku, hevur Atlantic bílagt sær trý so gott sum nýggj flogfør.

- Klokkan 16 í dag verður tíðindafundur á Flogvøllinum, har stjórin, Jóhanna á Bergi, fer at greiða neyvari frá stóru íløguni og ætlanini við flogførunum.

Les meira HER.

 

Hvítravnur skotin í Nólsoy

##med7##

Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen stóð at lesa í morgun, at ein hvítravnur er skotin í Nólsoy. Hvítravnurin er annars útdeyður, so hetta vóru stór og serlig tíðindi.

- Útstappaði hvítravnurin hevur hildið til í Nólsoy í allan vetur. Man hevur ikki kunna komið í námynd av honum, tí hann var so styggur; men fyri góðum mánaði síðan eydnaðist tað – tá varð hann skotin av einum av teimum bestu byrsumonnunum í Nólsoy.

- Tann seinasti hvítravnurin varð skotin í 1902. Vit hava tí verið í samband við Sotheby’s í London, og har varð hvítravnurin mettur at hava eitt virði á umleið 10.000 og 14.000 Euro.

Les meira HER.

 

Sjóvar kommuna skal aftur hava nýtt búmerki

##med8##

Í fjør samtykti Sjóvar kommuna at skriva út kapping til nýtt búmerki til kommununa. Kommunan hevur júst fingið nýtt búmerki, men sambært tíðindunum í dag, so skal kommunan enn einaferð hava nýtt búmerki.

- Artur Johansen, borgarstjóri, sum øll vita er ein, ið slættar sjógvar, hevur tí skotið upp, at í staðin fyri at taka eina so ógvusliga avgerð sum at útskriva nýval orsaka av einum búmerki, skal kommunustýrið heldur útskriva nýggja kapping, so tey kunnu finna eitt búmerkið, ið hóskar seg betri fyri kommununa. 

- Av tí at peningur ikki er settur av til búmerkjakapping á fíggjarætlanini fyri 2019, verður vinningurin fyri besta uppkotið ein pennur og ein húgva (one size) við gamla búmerkinum á. Fylgið við á heimasíðuni nær nýggja kappingin verður útskrivað.

Les meira HER.

 

Okkara stuðlar KÍ

##med9##

Bryggjaríið á Velbastað, Okkara, skrivaði út á Facebook seinnapartin, at Okkara nú hevði gjørt eina KÍ øl. 

- So er tað kunngjørt - Okkara Petur gleðir seg at vera partur av KÍ hópinum.

Ironiin leingi livi, tí kappingarneytin hjá Okkara er Føroya Bjór, sum hevur heimsstað í Klaksvík.

 

Nýggjur hjálparvenjari til A-landsliðið

##med10##

Bolt.fo skrivaði í dag, at fyrrverandi fótbóltsspælarin og núverandi viðmerkjarin Símun Joensen er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá fótbóltslandsliðnum.

- FSF hevur borðið skjótt at og hevur longu sett nýggjan hjálparvenjara hjá Lars Olsen sambært góðum keldum hjá bolt.fo. Valið fall á 35 ára gamla Símun Joensen.

- Síðstu árini kenna vit hann m.a. sum viðmerkjara hjá KVF til A-landsdystirnar. Men tað kann hann ikki framyvir, tí komandi landsdyst móti Sergio Ramos og hinum úr Spania verður tað Símun, sum skal sita undir liðuni á Lars Olsen á Tórsvølli og geva ráð.

- Í sambandi við, at sáttmáli er gjørdur við nýggjan hjálparvenjara verður móttøka í FSF húsinum í dag kl. 13.00. Har fara Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Christian Andreasen, FSF-forseti, at siga nøkur orð um, hví valið fall á júst Símun Joensen.

Les meira HER.

 

- Nú er at finna fram havamøblarnar og sólkrem

Kringvarpið fortaldi í morgun, at hitabylgja var á veg inn yvir Føroyar. Veðurmaðurin, Petur Hans Dahl, lovaði nevniliga óvanliga gott veður. Hann segði, at ein hátrýstryggur yvir Føroyum flytur heita luft frá Azorunum yvir oyggjarnar, og ein hitabylgja tekur seg upp.

- Klár luft, stilli og sól og hitin verður 20 til 22 stig hvønn dag í vikuni.

Hoyr samrøðuna við Petur Hans Dahl HER.

 

HB og B36 kvinnur leggja saman

Havnar Bóltfelagið segði tað, at kvinnuliðini hjá HB og B36 hava lagt saman til eitt lið:

- Í eini roynd at fáa FM heitið hjá kvinnum aftur til Havnar, hava HB og B36 gjørt av, at leggja bestu kvinnuliðini saman til eitt lið. Navnið á nýggja liðnum liggur beint til høgrabeinið, og verður sjálvsagt HB36.

Les hesa søguna HER.

 

Atlantsflog og SAS bjóða hundum umborð

Føroya Hundaførarafelag kunngjørdi í dag, at nú fer tað at vera nógv lættari at ferðast við hundi.

- Vit hava í langa tíð verði í samráðingum við bæði Atlantic Airways og SAS, um ferðin við hundum. Og nú vit endiliga eru komin á mál við samráðingunum, gjørdist úrslitið so nógv betri, enn vit høvdu vóna.

- Tað verður  soleiðis, at framyvir fer at bera til, at hava hundin inn í kabinuna við sær. Og hetta eisini hóast hundurin vigar væl meira enn 8 kilo. Tað verður soleiðis, at tann ferðandi skal keypa eitt eyka setur, har hundurin skal sita á. Tað einasta sum krevst, er ein serligur trygdarseli, sum vit í Føroya Hundaførarafelag í næstum fara at hava til sølu.

Les søguna HER.