Workout Trainer
Hendan appin bjóðar tær túsundtals venjingarætlanir. Um tú vilt koma í betri form ella venja ávísan part av kroppinum, so finnur tú eina venjingarætlan í hesi appini. Saman við venjingarætlanunum eru eisini filmsbrot, ið vísa tær, júst hvussu ymisku venjingarnar skulu gerast. Workout Trainer er ókeypis og fæst til bæði android og iOS.
JEFIT
Jefit er væl egnað til kroppsmenning og styrkivenjing. Ein dátugrunnur við túsundtals ymiskum venjingum til allar partar av kroppinum syrgir fyri, at tú finnur júst tað, tær tørvar. Appin vísir tær, hvussu venjingarnar skulu gerast og hjálpir tær at gera eina venjingarætlan. Eisini er gjørligt at skráseta gongdina. JEFIT er ókeypis og fæst til bæði android og iOS.
FitStar
FitStar er tín persónligi venjari. Appin tillagar seg títt støði og gevur tær venjingar, sum eru avbjóðandi uttan at vera ov torførar. Tú kanst sjálv tillaga longdina á venjingunum og hvørji mál, tú hevur við venjingini. Eftir venjingina kanst tú meta um, hvussu hon var, og hjálpir hetta appini at tillaga framtíðar venjingar. Fitstar er ókeypis og fæst til iOS.
Pocket Yoga
Við hesi appini hevur tú títt egna yogastudio í lummanum. Appin gevur góðar gjøgnumføringar við ljóði og filmum av hundraðtals yogastøðum. Fyri hvørja støðu greiðir appin frá, hvørjar heilsufyrimunir venjingin gevur. Pocket Yoga kostar 20 krónur og fæst til bæði android og iOS.
Strava running & cycling
Strava hjálpir tær at fylgja renni- og súkklitúrunum. Appin vísir tær ferðina, hvussu langt tú hevur runnið og hvussu leingi, umframt at vísa tær, hvar tú hevur verið. Appin kann eisini nýtast saman við Android Wear og Apple Watch. Strava running & cycling er ókeypis og fæst til bæði Android og iOS.
Zombies, Run
Hendan øðrvísi appin ger renningina til eitt spæl, bókstaviliga. Rennarin fær leiklutin sum rennari nummar fimm, ið flýggjar undan teimum ódeyðiligu. Nú er tað upp til tín at bjarga tær sjálvum og øllum býnum. Meðan tú rennur, fortelur appin tær eina søgu, sum tú kanst liva teg inn í. Zombies, Run er ókeypis og fæst til bæði Android og iOS.










