Á veitslu í Havn í gjárkvøldið, vórðu ársins leikarar í flogbólti í hesum kapparinarárinum, kosnir.
Hjá kvinnum varð Ruth Thomassen úr Drátti vald til ársins leikara, og hjá monnum var tað Bárður Jacobsen úr ÍF.
Niðanfyri sæst fullfíggjaða úrslitið fyri tey ymsu heitini
Kvinnur
Ársins leikari - Ruth Thomassen - Dráttur
Ársins hevari - Annika á Stongum - SÍ
Ársins blokkleikari - Sóley Mørch Poulsen - KÍF
Ársins álopsleikari - Anja Danielsen - Fleyr
Ársins verjuleikari - Femja Mortensen - TB
Ársins strørnuskot - Sissal Ellefsdóttir - SÍ
Ársins venjari - Gudrid Nolsøe - TB
Menn
Ársins leikari - Bárður Jacobsen - ÍF
Ársins hevari - Bartal Eliasen - ÍF
Ársins blokkleikari - Trygvi Hansen - ÍF
Ársins álopsleikari - Bárður Jacobsen - ÍF
Ársins verjuleikari - Hjalmar Joensen - Fleyr
Ársins strørnuskot - Jógvan Eli Fagraklett - ÍF
Ársins venjari - Boban Ilic - ÍF
Ársins dómari
Sonni Zachariasen