Fyribyrging
Nú fáa øll børn í Suðuroynni endurskin.
Tað eru barnaverndirnar í Suðuroy, sum í felag hava tikið stig til at útvega øllum børnum í Suðuroynni endurskin.
Í Suðuroynni eru sjey kommunur og sostatt eisini sjey barnaverndir og tær hava nú gjørt eitt serligt endurskin, sum børnini fingu, tá ið tey komu í skúla í gjár.
Tey, sum eiga yngri systkin, fáa eisini endurskin heim við til tey, eins og syrgt verður fyri, at tey yngru, sum ikki eiga systkin í skúlanum, eisini fáa endurskinið.
Barnaverndin er dánað sum ein fuglurin Birdie. Á aðrari síðuni er Suðuroyggin og á hinari síðuni stendur ?her eri eg og mín Birdie?.
Fyritøkan hjá Hera Hjelm í Vági hevur latið tiltakinum dyggan stuðul.
Skulu vera virknar
Annars hevur spurningurin um ferðslutrygd vanliga verið eitt mál, sum tey flestu halda hoyrir heima undir Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Men í hesum førunum hava so barnaverndirnar sjálvar tikið stig til at útvega øllum børnum í Suðuroynni endurskin.
? Vit halda ikki, at tað er rætt, at barnaverndirnar bara skulu sita og bíða eftir at tær fáa ymisk mál til viðgerðar. Vit halda, at vit eiga at vera virknar og at seta tiltøk í verk fyri at fyribyrja, at nakað hendur børnum. Og júst tað at útvega børnunum endurskin, halda vit, er ein máti, sigur Daniel Johan Lisberg, sum er formaður í barnaverndini í Sumba.
Hann sigur, at tað verður altíð lagdur so stórur dentur á fyribyrging og hetta er so ein roynd at fyribyrgja, at børnini gerast offur í ferðsluóhappum.
Hann heldur eisini, at hetta kann verða við til at geva børnum og fólki annars, eina aðra mynd av barnaverndunum, enn tann vanliga.
? Nógv fólk hava eina negativa uppfatan av barnaverndini, tí tað er sum oftast okkurt keðiligt, tá ið barnaverndin kemur upp í eitt mál.
? Barnaverndirnar verða oftani uppfataðar sum eitt skrímsl. Men sannleikin er, at barnaverndirnar eru til fyri at hjálpa og at stuðla, har tað er neyðugt.
Barnaverndirnar í Suðuroy hava eisini gjørt ein faldara, har sagt verður frá, hør situr í teimum ymsu barnaverndunum í teimum sjey kommununum í Suðuroynni og, hvørjar uppgávurnar hjá barnaverndunum eru.