Her eri eg »Jógvan føroyingurin«

Hann er millum kendastu sangarar í Íslandi, hevur vunnið teirra X Factor kapping og er umbiðin til øll hugsandi tónleikatiltøk, men hann sleppur ikki undan, at millum íslendingar er hann Jógvan føroyingurin.

Jógvan Hansen skal í kvøld luttaka í íslendsku Eurovision finaluni. Hann syngur sangin Til Tín saman við Stefaníu Svavarsdóttir, og málið er at vinna kappingina og koma í europeisku kappingina, sum verður hildin í Svøríki í mai.

- Øll tey, sum framføra, fyrireika seg minst líka væl, sum vit gera, men alt snýr seg um, hvussu tað riggar á kvøldinum. Tað snýr seg um at framføra og levera vøruna í tríggjar minuttir, og tá skal alt rigga. Kiksar nakað, ja, so hevur tú ongan kjans í kappingini, sigur Jógvan Hansen.

Hann hevur seinastu árini verið búsitandi í Íslandi og stórtrívist har. Hann hevur fingið eina yrkisleið sum tónleikari og hevur bæði givið fløgur út og spælt til øll hugsandi tiltøk.

- Íslendingar eru sera fittir og fyrikomandi, og sum føroyingur kanst tú ikki annað enn trívast í Íslandi. Íslendingum dámar sera væl føroyingar, og eg sleppi ikki undan, at her yviri eri eg »Jógvan føroyingurin«, sigur Jógvan Hansen.

- Um eg ringi til onkran og sigi, at tað er Jógvan Hansen, so eru tað ikki øll, sum kennast við meg, men leggi eg afturat, at tað er »Jógvan føroyingurin «, so vita tey flestu beinanvegin, hvør tað er.

- Eg havi ikki gloymt míni sterku bond til Føroya, og tá ið eg fari at syngja í íslendska Grand Prixnum í kvøld, umboði eg eisini eitt sindur Føroyar og føroyingar, og eg eri sera takksamur fyri tann stuðul, sum eg fái úr Føroyum. Hann merki eg sera væl, og hann hevur nógv at siga fyri meg, sigur Jógvan Hansen.

Sjónvarp Føroya sendir íslendska Grand Prixið beinleiðis í kvøld frá kl. 19.40.