Føroyski landsliðsvenjarin hevur ivast nógv undan HM undankappingarlandsdystinum móti Andorra. Fleiri pláss skulu mannast av nýggjum, meða mótstøðan ger, at Lars Olsen eisini hevur hugsað um at broyta spælskipan.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Føroyska landsliðið hevur í tíðini undir Lars Olsen at kalla bara spælt 4-4-1-1. Hann greiðir í samrøðu við Rás2 frá, hvat hann hugsar undan dystinum móti Andorra. Hóast tað bara er eitt samdøgur til dystarbyrjan, so vil landsliðsvenjarin ikki út við liðuppstillingini enn.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17. Rás2 byrjar klokkan 14 við at endursenda SportBoxina frá í dag. Frá klokkan 16 er beinleiðis upptakt.