Her er trongligt hjá brandbilum og sjúkrabilum

Tað er ikki altíð, at fólk hugsa seg um tá ið tey seta bilin frá sær

 

 

Tað er eyðsæð, at parkeringsviðurskiftini eru ikki av teimum bestu í Havn. Nógva staðni er trongligt og tað er ikki altíð líka væl umhugsað tá ið bilførarar seta bilin frá sær.

Hesar myndirnar hevur ein lesari tikið í morgun av Varðagøtu, har vegurin niðan í KFUK er avtaklaður við bilum.

##med2##

Bilar skulu ikki parkerast soleiðis, at tað ikki er pláss við brandbili, sjúkrabili, ella øðrum neyðsendarakførum – men her hevði verið trongligt hjá neyðsendarakførum at sloppið framat.

Løgreglan sigur, at tey eru gjørd varug við hetta í dag, men at tey hava ikki verið á staðnum enn. Tað er tó ætlanin at gera tað, sigur løgreglan.