Jan Dam fekk í gjárkvøldið sekkin sum HB-venjari. Sum skilst eru tað nýggju penga-menninir í HB sum hava eina ætlan um ein nýggjan venjara.
Jan Dam hevði annars eitt ár eftir av sáttmálanum, har ætlanin var at hann skuldi menna HB rætta vegin í einari uppbyggingarfasu, har HB skuldi spæla fleiri nýggjar og ungar leikarar á liðið.
Tað var eisini soleiðis at HB byrjaði kappingarárið, men longu í byrjanini av kappingini broyttust fyritreytirnar hjá Jan Dam sum HB-venjara. Felagið heintaði tíðliga fyrrverandi HB-leikaran, Ára M. Jónsson, inn úr Silkeborg, og eftir eina góða byrjan uppá kappingina, vóru profilarnir, Øssur Dalbúð og Fróði Benjaminsen, eisini heintaðir inn í hópin. Tríggir leikarar við a-landsliðsroyndum.
Ætlanin við at taka teir leikararnar inn, hevur avgjørt sett eitt størri trýst á HB til at enda á plássi sum kundi tryggja evropeiska luttøku til komandi ár.
Tað at HB ikki hevur tryggja sær evropeiska luttøku komandi ár, hevur tí eisini verið høvuðsorsøkin til at Jan Dam nú verður fortíð í HB.
Orsakað av vantandi peningi frá Europa League pengum, má HB tí skaffa pengar á ein øðrvísi hátt komandi ár. In.fo skilir á lagnum, at HB hevur sett ein stuðulsbólk til at samla pengar til komandi ár, og at tað er hesin stuðulsbólkurin sum ynskir broytingar í felagnum.
Sum skilst er eisini glið komið á ætlanirnar, har HB helst fer at kunngera eitt stórt venjaranavn innanfyri eina viku. Hetta er eisini orsøkin til, at HB longu í gjárkvøldið, tordi at melda út, at felagið fer eftir at vinna FM-heitið komandi kappingarár. Ein ógvuliga ólíka málsetningur í mun til í fjør, har felagið skuldi eitast fyri at byggjast upp av nýggjum.
Eisini skilst at HB hevur ætlanir um at styrkja um liðið við profilum til komandi kappingarár.
Hvat nýggja venjaranavnið verður, er enn ógreitt. Fyri tey flestu, hevur Sigfríður Skaale Clementsen verið stórfavorittur, men in.fo skilir á lagnum, at tað ikki verður hann sum verður nýggjur HB-venjari. Ístaðin skilir in.fo, at talan er um ein útlending.