Her er Thiago í dag

Fyrrverandi 07 Vestur-leikarin hevur funnið sær nýtt felag.

Tann nú fyrrverandi 07 Vestur-leikarin, brasilski Thiago Pinto Borges, sum ongantíð náddi at spæla ein dyst fyri felagið har vesturi áðrenn hann varð tveittur heim, hevur nú funnið sær nýtt felag.


Les eisini: Thiago tveittur úr 07 Vestur


28 ára gamli bóltsnillingurin er farin aftur til Danmarkar, har hann hevur spælt bróðurpartin av fótbóltsleið síni. Hann spælir við Avarta í triðbestu deildini.


Avarta er á fjórða plássi í uppflytingarspælinum til næstbestu deildina. Liðið vann í gjár 2-0 ímóti Brabrand, og tá skeyt Thiago Pinto Borges tað eina málið.


Thiago Pinto Borges royndarvandi við HB áðrenn hann fór aftur til Danmarkar, men eingin sáttmáli spurdist burturúr.