Orðini í yvirskriftini eru tikin úr Kong Sverke. Har hevði verið bardagi, men sjálvt um annað liðið vann, so vóru tapini so stór, at sorg var allastaðni, bæði hjá vinnara og tapara. Hjá báðum pørtum vóru vinir og kenningar falnir.
Úr søguni kenna vit eisini vendingina "Pyrrhussigur". Tað var Griski kongurin, ið vann sigur á Rómarunum, men sigurin var so dýrur, at Pyrrhus skuldi siga, at "vinni eg ein tílíkan sigur afturat, so er úti við mær"!
Vit hava nú í eina tíð havt stríð um broytingar í vallógini. Tað er nokk so hugvekjandi at fylgja við, hvørji vóru fyri ella ímóti broytingini, soleiðis at ikki longur hvørt valdømi skuldi verða tryggjað ávíst tal av tingmonnum.
Eingin vanlukka er hend, men trygdin fyri framhaldandi vælferð í "útjaðaranum" hevur verið tryggjað umboðan í lóggevandi tinginum.
Frá náttúruni kenna vit, at stóru fiskarnir eta teir smáu, og á politiska pallinum kennist tað nú, sum at fólkaríku økini skulu gera sína meirilutaávirkan galdandi við at "eta" tey smáu!
Vit í útjaðaranum kenna okkum ikki serliga trygg um hesa støðu. Men løgið kennist tað, at stórur partur av fólkavøkstrinum í miðøkinum hevur sí uppruna av flyting frá útjaðaranum, og tá hesi nú taka støðu um møguleikarnar hjá okkum, sum eftir eru, so eru ættarbondini slitin!
Tað verður spennandi at síggja, hvussu hesir "nýggju" landspolitikkararnir fara at viðgera og taka støðu til undirsjóartunnil til Sandoynna. Henda viðgerð verður okkara fyrsti forsmakkur um, hvat vit hava í væntu, tá Føroyar eru gjørdar til eitt valdømi í samband við løgtingsval!