Her er super

Í hesum døgum eru 64 stórar í Føroyum á stórari legu í USA

– Tað gongur super.

Soleiðis ljóðar úr føroysku leguni á stórari Jamboree í West Virginia í USA.

Í hesum døgum eru 64 skótar úr Føroyum á heimsumfatandi skótalegu, ella Jamboree, sum tað eitur, í West Virginia, har heili 130 lond eru við.

Ein av føroysku leiðarunum, Regin Debes Joensen, sigur, at tað gongur fínt og at eitt høvuðsendamál við slíkum stevnum er at knýta vinabond og at síggja aðrar mentanir.

 

Les eisini: 64 føroyskir skótar á veg til USA

 

Leiðarin sigur, at tað eru eini 50 milliónir skótar runt um í heiminum, so skótarørslan er spilllivandi.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá um skótaleguni í West Virgina, og um skótarørsluna.