Hetta vikuskiftið er Ovastevna í Nólsoynni, og har verður sum vant nógv ymiskt og øðrvísi á skránni.
Í dag og kvøld verður eitt nú tónleikur, kabarett og dansur á skránni. Men stóri dagurin er tó í morgin, tá tiltøkini, sum mann kann fara til, vera mong í tali.
Tað verður útvarpsmaðurin Jóhan Mortensen, ið skal seta Ovastevnuna í ár, og hetta verður klokkan 14 leygardagin. Áðrenn hetta eru fleiri onnur tiltøk - eitt nú morgunsvimjing, rennikapping, plantuprát og 7D biografur.
Dagurin er fullur av tónleiki, og um kvøldið verður dansur við Rannvá Vesturklett, Jóannesi Jakobsen og Árna Andreasen.
Øll skráin sæst her:
##med2##