G! Festivalurin fer av bakkastokki klokkan 17 í morgin, tá fyrstu tiltøkini vera á Spæliplássinum og í Fjósinum.
Fyrsti bólkurin á stóra pallinum á sandinum verður Zion Train, ið trína á pall klokkan 20 í annaðkvøld. Eins og í fjør, so spæla fleiri stór nøvn longu fyrsta kvøldið, harímillum bæði Phlake og SBCR aka The Bloody Beetroots, ið framføra á stóra pallinum ávikavist klokkan 22.30 og 00.50.
Til ber at síggja alla skránna við at trýsta á her.










