Her er skakandi doping dokumentarurin

Her er týski doping dokumentarurin um doping í Russlandi, sum skakaði ítróttarheimin

Seint í fjør sendi týskt sjónvarp skakandi dokumentar um brúk av doping í ítrótti í Russlandi. Dokumentarurin skakaði ítróttarheimin, tí hann vísti hvussu vanligt brúk av doping er í russiskum ítrótti.

 

Les eisini: Russland fyri grovum doping ákærum

 

Dokumentarurin fekk nógv eftirspæl og doping mynduleikarnir hava lovað at kanna viðurskiftini, eftir at dokumentarurin kunnu vísa á fleiri ivasom viðurskifti, umframt at persónar í ítróttarheiminum og frá dopingmynduleikinum hava avdúkað misbrúk av doping.

 

 

Les eisini: Pál í ójavnari kapping

 

Í dokumentarinum verður víst á, at tað ber til at keypa ólógligan dopinglistaðan heilivág og reinar dopingroyndir frá russiska ítróttarfelagskapinum fyri frælsan ítrótt, RAF. Umframt, at hetta er systematiskt og er galdandi fyri 99 prosent av ítróttarfólkunum, verður sagt í ákærunum. Somuleiðis verður altjóða mynduleikin hjá frælsum ítrótti, IAAF, ákærdur fyri at halda hondina yvir doping-gøluni í Russlandi.

 

Les eisini: Kappingarneyti hjá Páli tikin fyri doping

 

Russiski mynduleiki fyri frælsan ítrótt sigur, at ákærurnar eru tann reina lyng. Hinvegin, so hava bæði IAAF og altjóða anti doping mynduleikin(WADA) boðað frá, at tey fara at hyggja nærri at ákærunum. Úr IAAF ljóðar, at ákærurnar verða kannaðar í størri mun og at onkrar kanningar longu eru settar í verk.

 

Les eisini: Doping: Sun Yang útihýstur úr Avstralia

 

Russland, Kina og Brasil eru millum tey londini, sum hava ringast orð á sær, tá talan er um doping. Her í Føroyum kenna vit serliga til tilfeldið við supersvimjaranum, Sun Yang, sum er einaráðandi á 1.500 metrinum, har Pál Joensen eisini royndir seg.

 

Sun Yang bleiv sum kunnugt tikið fyri dopin í fjør, og vísti seg ikki til HM í stuttgeil í Doha í Katar stutt fyri jól.

Dokumentarurin er lagdur út á Youtube í fýra pørtum við enskum undirteksti. Til ber at síggja dokumentarin við at trýsta á tekstin:

1. Partur sæst HER

 

2. Partur sæst HER

 

3. Partur sæst HER

 

4. Partur sæst HER