Her er sendingin hjá DR um føroyskan byggisið

Danskur arkitektur hevur vitjað í Føroyum og endurnýggjað eina toft

DR K vísti í gjár eina sending, har danski arkitekturin Hans Keiding vitjar Føroyar fyri at gerast klókari um siðbundnan føroyskan byggisið og arkitektur. 

 

Í sendingini vilja hann og Eyðun Eliasen, arkitektur, ymisk støð í Føroyum og hyggja eftir gomlum føroyskum steinhúsum. Teir seta sær fyri at endurbyggja eina toft, sum teir sleppa heilt væl burturúr.

 

Danski arkitekturin gevur sær eisini stundir til at royna føroyskan mat, ganga í fjøllunum, reka seyð og annars njóta dagarnar í Føroyum. 

 

Hans Keiding hevur gjørt fleiri sendingar, har hann vitjar ymisk støð í Norðurlondum. Sendingarnar kallar hann På eventyr i Norden

 

Hygg at sendingini ókeypis á DR heimasíðuni her