Her er semjan og nýggja lønartalvan

Tað eydnaðist í dag Semingsstovninum at leggja eitt semingsuppskot fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, ið báðir partar kundu taka undir við.


Hóast verkfallið hevur vart í 17 dagar og samráðingarnar hava fyrigingið longri enn tað, so gekk tað skjótt fyri seg, tá ein semja var í eygsjón í dag. Klokkan 16 løgdu semingsmenninir eitt semingsuppskot fyri partarnar, klokkan 17 varð tað samtykt av báðum pørtum og klokkan 18 bleiv avtalan undirskrivað í Tinganesi.


Trýst her fyri at síggja semingsuppskotið.


Trýst her fyri at síggja nýggju lønartalvuna.