Støðan, sum er íkomin eftir at leiðandi yvirlæknin á Psykiatriska deplinum, ikki vil halda fram í starvinum, endar nú í løgtinginum Tað er Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum nú vil Hava Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða løgtinginum frá, hvar hann ætlar at gera við støðuna ”nú leiðandi yvirlæknin gevur skarvin yvir vegna ótolandi arbeiðsumstøður” sum hon málber seg Hon vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar avleiðingar hann heldur, at hetta fer at fá fyri sjúklingar.
Og Karsten Hansen skal eisini greiða frá, hvørji útlitini eru fyri, at psykiatriski depilin fær hægri játtan á fíggjarlógini og hann skal eisini fortelja, hvussu høgar hava lønarútreiðslurnar til Psykiatriska depilin verið seinastu 10 árini?
Les eisini: Eg vil ikki avvikla tað, eg havi útviklað
Tormóður Stórá hevur greitt frá, at orsøkin til ógvusligu fráboðanina um at gevast í starvinum er, at arbeiðsumstøðurnar eru ótolandi og at deildin verður niðurbrædd fíggjarliga
- Og nú glottar vóru at hóma, sum tó kortini ikki gjørdust til veruleika, misti yvirlæknin hugin at stríðast fyri lívsstarvinum og gav skarvin yvir, sigur Rigmor Dam.
- Í mong á er er játtanin til Psykiatriska depilin farin til at røkta fastbúgvandi búfólk, sum tað almenna ikki hevur raðfest. - Nú tey eru flutt út, var ætlanin at brúka part av peninginsum so leyp av í rakstrinum til at menna Psykiatriska depilin, eitt nú við starvsfólkum og við at menna ambulanta viðgerð.
Les eisini: Tórmóður Stórá vil ikki vera leiðandi yvirlækni
- Men, sum sæst á fíggjarlógaruppskotinum, er hetta ikki politiski viljin. Tvørturímóti vil landsstýrismaðurin at brúka peningin aðrastaðni í heilsuverkinum, eitt nú til mammografi-screening, serlækna í eldrasjúkum, trýsttanga og diabetesætlan.
Rigmor Dam sigur, at hendan fíggjarliga gølan, niðurbræðingin, av Psykiatriska deplinum lýsir tað akutta hóttafall, sum føroyska heilsuverkið stendur fyri løtuni.
- Samgongan hevur snøgt sagt niðurpínt heilsuverkið so nógv nú, at læknar og heilsustarvsfólk rópa varðskó, tí tey vilja ikki standa modell til hetta longur.
- Og her er ongin glotti fyri framman, tí í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár skal heilsuverkið spara 13,4 milliónir kronur og aftur 15,9 milliónir í 2016, ella næstan 30 milliónir tey næstu tvey árini.
- Ein og hvør, sum hevur tað minsta innlit í fíggjarstøðuna í heilsuverkinum kann siga sær sjálvum, at her er talan um ábyrgdarleysan heilsupolitikk.
Rigmor Dam vísir á, at trupulleikin við kvinnur ikki sleppa framat til mammografi er framvegis óloystur. - Vit mangla serlæknar í hópatali og leiðslan á Landssjúkrahúsinum er eftir øllum at døma undir so stórum trýsti, at hon herfyri tók læknarnar av ræði og mælti til at steðga tilgongdini av sjúklingum, sum hava tørv á 10 ymisk sløg av dýrum heilivági, herundir krabbamein og giktasjúkur.
- Giktalæknin vildi ikki spæla við meira og segði seg úr starvi, og nú hevur eisini okkara eldhugaði leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum fingið nokk, staðfestir Rigmor Dam.
|