Tað setti av álvara gitingarnar í gongd, at tað dró út hjá Súna Olsen at leingja um sáttmálan við Víking. Tað hevur tað verið ein orsøk til, tí í kvøld er tað greitt, at hann ikki heldur fram har.
Hann skiftir til KÍ. Tað boðar KÍ frá á heimasíðu síni í kvøld. Súni hevur spælt við Víkingi seinastu tvey árini, men hevur undir tíðini har verið nógv darvaður av skaðum.
34 ára gamli miðvallarin hevur áður roynt seg í hollendskum og donskum fótbólti, meðan hann her heima hevur umboðað GÍ, Víking og B36.
Sambært heimasíðuni hjá KÍ, so hevur hann spælt 257 dystir og skotið 86 mál í Effodeildini.