Her er nýggja felagið hjá Laudrup

Fyrrverandi danski landsliðsleikarin hevur fingið nýtt venjarastarv. Men talan er um heldur ókent felag.

Síðani í februar hevur Michael Laudrup gingið arbeiðsleysur. Tá varð Michael Laudrup uppsagdur í walisiska felagnum Swansea.

 

Síðani tá hava nógvar søgur koyrt um framtíðina hjá Michael Laudrup, men nú er hon komin uppá pláss.

 

Michael Laudrup skal vera venjari á Katar, har hann skal venja meistarafelagið Lekhwiya. 

 

Hóast Katar er heldur ókent í fótbóltssamanhangi, eru málsetningarnir stórir í oljuríka landinum. Millum annað verður Katar vertur fyri HM endaspælinum í 2022.

 

Avtalan millum Lekhwiya og Michael Laudrup er galdandi í eitt ár fram.