Her er nýggi venjarin hjá Roma

Italska høvuðsstaðarfelagið hevur nú funnið avloysaran hjá Rudi Garcia.

Eftir eina tíð við ivasomum úrslitum og einum fimta plássi í Seriu A, valdi AS Roma fyrr í vikuni at siga venjaran, Rudi Garcia, úr starvi. Nú er avloysarin funnin.


Talan er um ein gamlan kenning í felagnum, nevniliga Luciano Spalletti, sum árini 2005 til 2009 var venjari í italska høvuðsstaðarfelagnum.


56 ára gamli Luciano Spalletti hevur ikki havt nakað felag, síðan hann varð koyrdur í russiska Zenit Skt. Pætursborg í 2014. Har hevði hann verið í fimm ár.