Her er nýggi tjóðbankastjórin

Fyrrverandi deildarstjórin í Forsætismálaráðnum í Danmark, Christian Kettel Thomsen, er tilnendur sum nýggjur stjóri í Tjóðbankanum.

 

Christian Kettel Thomsen verður nýggjur tjóðbankastjóri í Danmark. (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Tað upplýsir danska vinnumálaráðið í tíðindaskrivi.

Christian Kettel Thomsen loysir av Lars Rohde sum tjóðbankastjóri. Hann fer úr starvi síðst í mánaðinum.

Christian Kettel Thomsen kemur úr starvi sum varastjóri í Evropiska Íløgubankanum. Hann hevur áður verið deildarstjóri í Forsætismálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

– Christian Kettel Thomsen er ógvuliga væl skikkaður at taka við starvinum sum tjóðbankastjóri, sigur Morten Bødskov, vinnumálaráðharri, í tíðindaskrivinum.

– Hann hevur eina tryggja hond og stórar royndir við handfaring av búskaparligum og fíggjarligum viðurskiftum. Eg og stjórnin gleða okkum til samstarvið við nýggja tjóðbankastjóran.

/ritzau/

 

 

Christian Kettel Thomsen verður nýggjur tjóðbankastjóri í Danmark. (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)