Her er nýggi stjórin í Vinnuhúsinum

Hann tekur við starvinum mánadagin 14. februar.

 

Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og nýggi stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi hevur í dag sett Niels Winther sum stjóra. Niels Winther er 52 ára gamal og hevur starvast í Vinnuhúsinum síðan 2011. Áðrenn hetta var hann deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, og hevur sostatt drúgvar royndir og gott innlit í tað vinnuliga økið.

 

Harumframt hevur nýggi stjórin røkt ymisk álitisstørv innan vinnu, útbúgving og gransking.

 

Nýggi stjórin er útbúgvin í stjórnmálafrøði og virkisleiðslu.

 

Samstundis sum nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um at hava sett nýggjan stjóra, vil hon eisini takka Maritu Rasmussen fyri trúgvu tænastuna í Vinnuhúsinum, fyrst sum ráðgevi og síðani sum stjóri í samfull 14 ár.

 

Nevndin ynskir henni blíðan byr í nýggja starvinum sum stjóra á Havstovuni.

 

 

 

 

 

Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og nýggi stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther