Her er nýggi høvuðsvenjarin hjá Tottenham

Nýggi høvuðsvenjarin hjá Spurs er væl kendur í Premier League

Tað verður portugisiski Nuno Espírito Santo ið skal vera høvuðsvenjari hjá Tottenham Hotspurs komandi árini.

 

Tað hevur drigið út hjá Spurs at finna ein nýggjan høvuðsvenjara aftaná José Mourinho var loystur úr starvi.

 

Nuno Espírito Santo hevur verið høvuðsvenjari hjá Wolverhampton Wanderers seinastu fýra kappingarárini, har hann hevur gjørt tað rættiliga væl.

 

Spurs hava annars dyrgt eftir Julian Nagelsmann, Antonio Conte, Mauricio Pochettino, og Paulo Fonseca, men tað eydnaðist ikki, og tí verður tað aftur ein portugisisk loysn hesaferð. 

 

Italski Gennaro Gattuso var uppá tal eisini, men tá mótmæltu fleiri fjepparar hjá Spurs harðliga, nærum eins harðliga sum teir og aðrir enskir fjepparar mótmæltu ætlanini um European Super League, ið Tottenham var partur av í smáar tveir dagar áðrenn teir saman við Manchester United, Liverpool, Chelsea, Arsenal og Manchester City hoyknaðu undir stóra mótmælistrýstinum hjá mongu fjepparunum.