Tað er eingin samanhangandi brekpolitikkur í Føroyum
Tað staðfestir Meginfelag teirra Brekaðu, MBF.
Felagið hevur sent ST frágreiðing um støðuna hjá teimum føroyingum, sum bera brek.
Føroyar skulu til próvtøku í ST seinni í ár, har metast skal um, hvussu vit lúka ásetingarnar í ST sáttmálanum um tey, sum bera brek.
Landsstýrið hevur sent ST sína frágreiðing, men MBF svarar nú aftur við nógvum viðmerkingum til frágreiðingina hjá landsstýrinum.
Eitt nú vísir MBF á, at vit hava ongan samanhangandi brekpolitikk í Føroyum og á nógvum økjum er tað langt frá, at tey, sum bera brek, hava líka góð rættindi, sum øll onnur.
Eitt nú verður víst á, at fólk, sum bera brek, kunnu ikki sjálvi gera av, hvar og saman við hvørjum, tey ynskja at búgva.
- Bíðitíðin at fáa egnaðan bústað er fleiri ár og tænastustøðið í bíðitíðini kann vera lágt.
Eisini tænastan, sum verður veitt í vardum íbúðum, er átaluverd og tað hendir seg, at fólk, sum bera brek og sum búgva á sambýlum ella vardum bústøðum, mugu flyta úr heimi teirra og heim til familju ella aðrastaðni, tá ið verkfall er.
- Í Føroyum kunnu fólk, sum eru tunghoyrd, ikki fylgja við í gerandisdegnum ella hoyra tíðindi í sjónvarpi ella útvarpi. Ongin skrivitulkur er og sendingar, sum verða sendar í sjónvarpinum, verða ikki tekstaðar.
- Fólk, sum eru deyv og tørva teknmálstulk, fáa altíð gomul tíðindi, tí tíðindi í sjónvarpi verða send við teknmálstulki dagin eftir, tey eru send í sjónvarpinum.
- Fólk, sum bera brek, og sum hava tørv á einum stuðli fyri at luttaka í tiltøkum, mugu gjalda bæði fyri seg sjálvan og fyri stuðulin. Hetta er eisini galdandi viðvíkjandi ferðing.
Og hjá fólki, sum eru blind, ella lesiveik, er eisini mangan ógjørligt at fara á val, tí tey skilja ikki atkvøðuseðilin.
Trýst á skjalið "Viðkomandi fílur", niðanfyri og síggj allar viðmerkingarnar, MBF hevur til støðuna í Føroyum hjá teimum, sum bera brek.
|