Hávur er nýggja navnið á kurvabóltsfelagið í Klaksvík. Tað skrivar Norðlýsið. Við stovningini av Hávi eru fýra kurvabóltsfeløg í Føroyum. Tey eru Sporðdrekin og Hamar úr Havn, og Ravnur av Toftum.
Í løtuni er onnur landskappingin í kurvabólti í gongd. Tað hevur leingi verið eitt ynski í kurvabóltsumhvørvinum, at fáa fleiri feløg til. Luttøkan á oyggjaleikunum í 2015 við einum kurvabóltslandsliðið, hevur eisini varpað ljós á ítróttin í Føroyum.
Nýggja nevndin hjá nýggja felagnum, Hávi, er mannað soleiðis:
Forkvinna: Erla Mirmansdóttir
Næstformaður: Petur Olsen
Skrivari: Áron Sofus Vest
Kassameistari: Jóhannes Klakk
Nevndarlimur: Anna Jónsveinsdóttir Simonsen
Tiltakslimur 1: Ísak Hansen
Tiltakslimur 2: Kirstin Unadóttir Staksá
Grannskoðari: Beinta Persdóttir Jacobsen
Venjari, menn: Rainer Laturpeirissa
Venjari, kvinnur: Erla Mirmansdóttir
Hjálparvenjari, kvinnur: Anna Jónsveinsdóttir Simonsen
(kelda Norðlýsið)