Formansskifti var í kommunufelagnum í dag.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vórðu í boði sum formaður. Dennis Holm vann atkvøðugreiðsluna við sjey av trettan atkvøðum.
Næstformaður bleiv Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Tað eru tó ikki bert formaður og næstformaður, sum skulu veljast, men eisini eitt nýtt stýri.
Stýrislimirnar eru valdir umboðandi eitt øki í landinum og tilsaman eru tað 13 limir í stýrinum.
Tey 13, sum blivu vald í stýrinum í Kommnufelagnum vórðu:
Dennis Holm, Vágs kommuna, formaður
Heðin Zachariasen, Sunda kommuna, næstformaður
Annika Olsen, Tórshavnar kommuna
Artur Johansen, Sjóvar kommuna
Brandur Sandoy, Sands kommuna
Eyðdis H. Niclasen, Vága kommuna
Jógvan í Skorini, Eiðis kommuna
Jógvan Skorheim, Klaksvíkar kommuna
Jóhan Christiansen, Eysturkommuna
Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna
Sonni á Horni, Fuglafjarðar kommuna
Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna










