Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur nú valt nýtt stýri fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir. Stýrið er víðkað við tveimum limum, og verður nú mannað við fimm limum. Hetta er ein av broytingunum, ið Løgtingið samtykti, tá løgtingslógin um húsalánsgrunnin varð broytt í farna mánaði.
Á myndini er nývalda stýri, saman við landsstýriskvinnuni. Tey, sum nú eru í stýrinum, eru, frá vinstru. Tom Silvurdal úr Vági, Anna Maria Joensen úr Klaksvík, Regin Djurhuus Hammer, Hoyvík, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, Emmy Joensen úr Miðvági og Una Joensen úr Tórshavn.
Emmy Joensen og Una Joensen eru afturvald, men Jóhann Mortensen, sum var formaður í stýrinum, er ikki við í nýggja stýrinum. Men vit hava skilt, at tað lá í kortunum, at hann skuldi leggja frá sær.
Tey taka við tann 1. mai. Sambært lógini verða tríggir nevndarlimir valdir annaðhvørt ár og tveir nevdarlimir verða valdir annaðhvørt ár. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni.