Tíðin hjá gamla kringvarpsstýrinum var úti 31. desember 2018, og nú hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sett nýggja kringvarpsstýrið, sum skal stjórna Kringvarpi Føroya komandi fýra árini.
Elin Winther Poulsen tekur við sum nýggj forkvinna í stýrinum eftir Rúna Heinesen, sum hevur sitið sum formaður seinasta skeið.
Tað eru sjey limir og sjey varalimir í kringvarpsstýrinum. Av hesum hava politisku flokkarnir í løgtinginum tilmælt fýra limir. Landsstýriskvinnan hevur valt tveir, meðan ein limur er starvsfólkaumboð.
Landsstýriskvinnan hevur gjørt av, hvussu nýggja stýrið verður skipað millum limirnar.
Soleiðis sær nýggja kringvarpsstýrið út:
Limir:
Elin Winther Poulsen, forkvinna, løgfrøðingur/journalistur, Hoyvík
Katrin Petersen, næstforkvinna, journalistur, Sandur
Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, Klaksvík
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, Hoyvík
Gunvá við Keldu, grafonom, Klaksvík
Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, Glyvrar
Beinta Løwe, journalistur, starvsfólkaumboð, Tórshavn
Varalimir:
Dorit Hansen, ritstjóri, Hoyvík - fyri Elina Winther Poulsen
Beinta Gregersen, samfelagsfrøðingur, Klaksvík - fyri Katrina Petersen
Hanus Toftheyggj, BA í alm. fyrisiting, MA í løgfrøði, Hvalba - fyri Ragnar Joensen
Annika Eidesgaard, lærari, Tvøroyri - fyri Theodor Eli Dam Olsen
Ólavur í Geil, BA (hons) Events Management, Tórshavn - fyri Gunvá við Keldu
Otto Gram, lærari, Tvøroyri - fyri Jóhan Petersen
Carsten M. Arnskov, tøkningur, starvsfólkaumboð, Tórshavn - fyri Beintu Løwe
Kringvarpsstýrið er ovasta leiðslan í Kringvarpinum, og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og fyriskipum fyri stovnin verða fylgdar. Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi. Stýrið ger starvsskipan fyri virksemið hjá Kringvarpi Føroya, sum landsstýriskvinnan góðkennir.
Nýggja kringvarpsstýrið situr til 31. desember 2022.