Her er nýggja føroyska landsliðstroyggjan

Nýggja føroyska landsliðstroyggjan frá italska klædnamerkinum, Macron, er almannakunngjørd

Eftir nøkur ár við klæðum frá Adidas, verður føroyska fótbóltslandsliðið at síggja í aðrari útgávu tey næstu fýra árini. Í fjør gjørdist nevniliga greitt, at FSF hevði gjørt avtalu við italska klædnamerkið, Macron, sum inniber at øll føroysk landslið tey næstu fýra árini skulu spæla í klæðum frá Macron.

 

Og nú er greitt hvussu fyrsta føroyska landsliðstroyggjan frá Macron sær út. Sermerkt við troygjuni er, at krossurin í føroyska flagginum sæst í mynstrinum á troyggjuni framman, meðan 18 oyggjar síggjast á rygginum.

 

Niðanfyri ber til at síggja fleiri myndir av nýggja landsliðsbúnanum.