Nú hevur Tórshavnar kommuna endiliga almannakunngjørt ferðaætlanina fyri nýggju bussleiðina í Havn, sum kemur í gildi 1. apríl.
Í høvuðsheitum eru broytingarnar, at farleiðirnar eru broyttar og at nakrar av leiðunum, nú koyra 15. hvønn minutt, meðan aðrar koyra 30. hvønn minutt. Bussarnir fara eisini at koyra longri út á kvøldið leygardag og teir fara eisini at koyra sunnudag.
Broytta ferðslumynstrið í samband við at Glasir, skúlan á Fløtum og Musikkskúlan sæst aftur í ætlanini. Ein nýggj bussleið, Ringleiðin (leið 5), fer at koyra av Glasi eftir Ringvegnum og yvir á Háls, síðani eftir R. C. Effersøesgøtu og Bøkjarabrekkur oman í Steinatún, niðan eftir Jóanesar Patursonargøtu niðan til Vesturkirkjuna og so eftir Landavegnum og Marknagilsvegnum út á Glasir aftur. Hesin bussurin koyrir 15. hvønn minutt gerandisdagar.
Vesturkirkjan, Steinatún, á Hálsi og Tórsbreyt fara at vera knútapunktini, har fleiri bussleiðir møtast og høvi verður at skifta. Í Steinatúni fara bussarnir um kvøldið at bíða eftir hvørjum øðrum, so beinleiðis samband verður millum fleiri av rutunum.
Hoyvík fær eina bussrutu, leið 1, sum koyrir 15. hvørt minutt. Í Hoyvík koyrir hon av Berjabrekku yvir á Hoyvíkar skúla, inn á Gøtu og eftir Klingruni niðan til Skúlan við Løgmannabreyt, oman til Hoyvíkar kirkju og út aftur á Berjabrekku. Skúlamorgnar fer hendan leiðin eisini niðan millum Gilja. Annars gongur hon av Hamarinum á Argjum framvið Albert Hall og eftir Argjavegi út á Landssjúkrahúsið, síðani eftir Frælsinum (framvið Vesturkirkjuni), og oman í Steinatún. Framvið SMS niðan á Háls og haðani niðan á Berjabrekku, runt um Hoyvík og somu leið út á Hamarin aftur.
Høvuðsbussleiðin hjá teimum, sum búgva millum Gilja verður annars leið 4, sum koyrir úr Millum Gilja, um Óluvugøtu og oman eftir Villingadalssvegnum, oman eftir Varðagøtu oman í Steinatún, og haðani eftir Bøkjarabrekku og R. C. Effersøesgøtu niðan í Gundadal. Haðani gongur leiðin framvið Norðurlandahúsinum, har bussleiðin vendir í rundkoyringini við Tórsbreyt, og síðani fer eftir Villingadalssvegnum og Óluvugøtu niðan aftur millum Gilja. Hendan leiðin koyrir hvønn hálvan tíma.
Leið 3 verður ein langleið, frá AB-vøllinum eftir nýggju brúnni og út á Glasir, síðani eftir Svaldbardsvegnum oman í Steinatún, niðan í SMS, eftir Tjaldursvegnum yvir á Óðinshædd og út á Hvítanes og somu leið út aftur á Argir, tó niðan eftir Dalavegnum heldur enn Svalbardsvegnum.
Afturat hesum fimm leiðunum, sum fara at koyra runt í Havnini, eru tríggjar aðrar leiðir. Leið 6 skal taka sær av at føra fólk úr Kirkjubø og av Norðasta horni inn í býin og úr Kaldbak og til stegðistaðið við høllina á Hálsi. Leið 7 skal fáa kollfirðingar til Havnar og leið 8 koyrir longu leiðina norðuri úr Sundum í Kollafirði líka til kirkjuna í Kirkjubø og aftur, tó bara leygardag og sunnudag.