Lutfalsliga nýggja hondbóltsfelagið, Team Klaksvík, hevði eitt misjavnt kappingarár í farna kappingarári, har klaksvíkingarnir taptu so at siga hvønn einasta dyst og ofta vóru úti fyri stórtapum. Í allar síðsta leikumfari eydnaðist tað tó at broyta tað keðiliga nullið á stigatalvuni, tá ið Team Klaksvík í síðsta umfari fekk javnleik ímóti StÍF.
Liðið hevði sínar avbjóðingar við venjarum í farna kappingarári. Longu eftir seks umfør takkaði Svein Rógvi Nielsen fyri seg í venjarastarvinum hjá besta mansliðnum, og eftir hetta eydnaðist tað ongantíð at finna eina haldbara venjaraloysn til mannliga hondbóltsfelagið í Klaksvík. Tað endaði við, at svenski venjarin hjá Stjørnuni, Michael Ericsson, tók sær av liðnum restina av kappingarárinum - sostatt hevði sviin tvey venjarastørv í ávíkavist mansdeildini og kvinnudeildini.
Nú hevur tað tó eydnast Team Klaksvík at finna venjara til komandi kappingarárið. Í samrøðu við in.fo váttar íslendski Finnur Hansson, sum hevur spælt við Kyndli seinastu árini, at hann verður nýggi venjarin hjá Team Klaksvík.
- Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár. Eg trúgvi uppá, at liðið kann meir, enn tað hevur víst seinastu árini, og eg ætli mær norður at menna leikararnar, sigur Finnur Hansson í viðmerking við in.fo.
Seinastu árini hevur Finnur Hansson spælt við Kyndli. Hann væntar eisini, at hann verður at síggja í leiklutinum sum leikandi venjari komandi kappingarárið.
- Eg verði nokk eisini at síggja á vøllinum. Men tað verður alt eftir, hvat kroppurin loyvir. Eg ætli mær tó avgjørt at spæla, sigur Finnur Hansson at enda.