Fyrr í dag kom tað fram, at venjarin hjá Jóan Símuni Edmundssyni í týska Arminia Bielefeld, Jeff Saibene, hevði fingið sekkin eftir gott hálvtannað ár í starvinum. Orsøkin var, at liðið var á einari oyðimarkargongd við níggju dystum uttan ein sigur.
Les eisini: Venjarin hevur fingið sekkin
Arminia Bielefeld hevur gjørt skjótt av við at finna avloysaran. Í kvøld kunnger felagið nevniliga, at 59 ára gamli Uwe Neuhaus er settur í starv sum nýggjur høvuðsvenjari saman við Peter Németh sum hjálparvenjara.
Uwe Neuhaus spældi sjálvur fótbólt fram til mitt í 1990-unum, og seinastu árini hevur hann verið venjari hjá Rot-Weiss Essen, Union Berlin og seinast Dynamo Dresden, har hann fekk sekkin 22. august í ár.
Nýggja venjaratoymið við Uwe Neuhaus og Peter Németh hevur fyrstu venjingina við liðnum í morgin. Arminia Bielefeld er nummar 14 í 2. Bundesliguni, fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.