Fýra stig í fyrstu sjey dystunum hevur ikki verið ein nøktandi byrjan í Premier League-felagnum Swansea, og í dag valdi leiðslan í felagnum, at tað skuldi fáa avleiðingar fyri venjaran.
Italski Francesco Guidolin, sum varð settur í starv sum Swansea-venjari í januar í ár, hevur nevniliga fingið sekkin. Tað boðar felagið, sum er á 17. plássi í Premier League, frá í dag.
Avloysarin er longu funnin. Talan er um 58 ára gamla amerikanska venjaran, Bob Bradley, sum áður hevur staðið á odda fyri USA, Egyptalandi, Stabæk og Le Havre.
Bob er pápi fyrrverandi Aston Villa- og AS Roma-leikaran, Michael Bradley, sum í løtuni spælir við Toronto FC og er liðskipari á landsliðnum hjá USA.