Tað verður Sigurd Lamhauge, sum verður nýggjur stjóri á Landsverki.
Í dag hevur Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, nevniliga sett hann í starv sum stjóra á Landsverki.
Tað vóru 19 umsøkjarar til starvið, og Sigurd Lamhauge var ein av trimum umsøkjarum, sum ein samd setanarnevnd mælti landsstýrismanninum til at seta.
Sigurd Lamhauge er verkfrøðingur, umframt at hann hevur útbúgving í leiðslu. Hann hevur áður arbeitt á Landsverki eitt skifti, og hevur annars drúgvar starvsroyndir sum verkætlanarleiðari á ymsum verkætlanum, bæði í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum.
Nýggi stjórin hevur tann bundna setning, at hann fyrsta árið skal stjórna stovninum, samstundis sum hann ger neyðugar tillagingar og broyta stovnin til nútíðar tørv. Somuleiðis skal tryggja og styrkja álitið á stovnin, bæði innanhýsis, ímillum manna og fyri politisku skipanini.
Í hesum sambandi skal støða takast til, hvørjar uppgávur Landsverk skal hava, og hvussu tær skulu loysast. Eisini skal støða takast til hvørjar førleikar, ið krevjast á stovninum, og hvussu Landsverk fær sum mest burtur úr teimum.
Við 150 starvsfólkum og fjøltáttaðum virksemi, sum røkkur út í hvønn krók í landinum, telist Landsverk millum størstu og týdningarmestu stovnar landsins. Tað var tí eitt krav, at nýggi stjórin skuldi hava yvirskipaðan hugburð til rakstur og tilvit um leiðslu, og hann skuldi megna, við stórari orku og áræði, at ganga natúrliga á odda fyri at taka avbjóðingina at endurhugsa og seta Landsverk inn í ein nútíðar samfelagbygnað.
– Sigurd Lamhauge er valdur, tí at hann umframt at lúka formligu førleikakrøvini, hugsar strategiskt á einum praktiskum støði, sigur Heðin Mortensen.
– Hann hevur víst, at hann hevur dirvi at skera ígjøgnum og taka tær avgerðir og fremja atgerðir, ið eru neyðugar.
´











