Tórshavnar Býráð hevur nú gjørt av at seta Heina Østerø í starv sum sløkkiliðsstjóri hjá Tórshavnar sløkkiliði.
Heini varð settur í fast starv sum sløkkiliðsmaður hjá Tórshavnar sløkkiliði í 1997, og í 2003 varð hann átaksleiðari. Seinastu tíðina hevur Heini røkt starvið sum fyribilssettur sløkkiliðsstjóri.
Heini hevur drúgvar leiðsluroyndir hjá Sløkkiliðnum og harumframt hann tikið útbúgving sum liðleiðari og átaksleiðari í brunatrygd v.m. Frammanundan er Heini útbúgvin bilmekanikari og hevur m.a. starvast hjá Strandferðsluni.