Her er nýggi Smyril

Fyri fyrstu ferð kunnu vit nú vísa almenninginum eina mynd av nýggja Smyrli, sum Landsstýrið hevur samtykt at byggja til suðuroyarsiglingina

 

Suðuroyarsiglingin


Her er hann so. Tann nýggi Smyril, sum Landsstýrið hevur samtykt at byggja til suðuroyarsiglingina. Fyri fyrstu ferð kunnu vit nú vísa almenninginum eina mynd av, hvussu nýggi Smyril fer at síggja út. Hetta er ein nýggj teldumynd, ið vit hava fingið fatur á. Á sama hátt sum ein fotmynd, vísir hon, hvussu skipið sær út.

Nýggi Smyril verður 135 metrar langur og 22,7 metrar breiður og hann stingur 5,6 metrar. Skipið hevur 20.900 hestakreftir, sum geva honum eina vanliga siglingarferð upp á 21 míl. Um summarið tekur hann 975 ferðafólk og um veturin 800. Og hann hevur sitipláss til øll. Tað hevur Smyril sum er, verri enn so.

Smyril, sum er, er 92 metrar langur, 16,5 metrar breiður og siglur 16,5 míl og hevur 10.080 hestar.

Nýggi Smyril tekur einar 30 trailarar, ella 200 persónbilar, tað er tvær ferðir so nógv sum Smyril, ið nú er. Ikki minst á biladekkinum verður nýggja skipið einn sonn kollvelting afturímóti Smyrli, sum er. Tað verður gongubreyt í biladekkinum, so at tað verður óneyðugt hjá fólki at ganga og trokast ímillum bilarnar.

Hann verður bygdur sum eitt havgangandi skip. Tað merkir m.a. at hann hevur spíska gron og sker seg ígjøgnum alduna ístaðin fyri at trampa, sum hesin Smyrilin ger. Hann er eisini útgjørdur við stabilisatorum.

? Sostatt verður hetta eitt munandi róligari skip at sigla við, enn Smyril, sum nú er, siga stjórin og tekniski leiðarin á Strandferðsluni.

?Nýggi Smyril hongur eisini við tungolju og tí er hann enntá bíligari í rakstri enn Smyril, sum nú er.

Nýggi Smyril hevur 100 koyggjur. Hann hevur eisini tyrlupall, tí tað skulu øll so stór skip nú hava. Men tað gevur honum eisini ein einastandandi møguleika at vera til hjálpar, um ein vanlukka, t.d. skuldi hent á einum boripalli. Annars hevur hann sjúkrarúm og lyftir, so at tað ikki longur verður neyðugt hjá sjúklingum at liggja í sjúkrabilinum á dekkinum á allari ferðini. Harumframt hevur hann fundarhøli og aðrar nýmótans hentleikar.

Annars er ætlanin er at leggja projektið fram fyri almenninginum á fundi í Suðuroynni, sum væntandi verður í august mánaða.