Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Jóanis Erik Køtlum í starv sum nýggjan sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum og forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið. Sostatt verður tað hann, sum fær høvuðsábyrgdina av at samansjóða virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Jóanis Erik Køtlum er 51 ára gamal og hevur útbúgving sum Cand. Merc. í búskaparfrøði við fíggjarstýring sum sergrein frá Copenhagen Business School.
Jóanis Erik hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á strategiskum støði innan sjúkrahúsverk, m.a. sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, virkandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og sum stjóri fyri grønlendska heilsuverkið.
Við sínum royndum hevur Jóanis Erik Køtlum sera stórt innlit í sjúkrahúsverkið og tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman í sambandi við, at fráboðað tiltøk í Menningarætlanini skulu setast í verk, sigur Sirið Stenberg.
Jóanis Erik Køtlum tekur við starvinum tann 1. januar 2018.










