Ársaðalfundurin hjá BankNordik varð í dag hildin sum upprunaliga ætlað, hóast talan var um ein heldur øðrvísi aðalfund.
Til tess at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at fyribyrgja smittu við koronavirusi legði bankin seg eftir at avmarka aðalfundin so nógv sum gjørligt. Eitt nú var nevndin ikki til staðar, og nógvir partaeigarar høvdu latið fulltrú í staðin fyri at møta.
Nevndarforkvinnan í BankNordik seinastu 5 árini, Stine Bosse, hevði frammanundan boðað frá, at hon ikki tók við afturvali, og tí var greitt undan fundinum, at nýggjur nevndarformaður skuldi veljast.
Frá Betri til Bank Nordik
Beint eftir ársaðalfundin skipaði nýggja nevndin seg við Ben Arabo sum nevndarformanni og John Henrik Holm sum næstformanni.
– Eg eri fegin um at verða valdur til formann í BankNordik. Eg síggi fram til at verða partur av at styrkja og menna ta sterku støðu, ið BankNordik hevur, og støðugt at betra um kappingarførið frameftir. At varðveita styrki og kappingarføri er serliga týdningarmikið í tíðum sum hesum, har BankNordik hevur ein sera týdningarmiklan leiklut at hjálpa sínum kundum gjøgnum verandi marknaðarstøðu, sigur Ben Arabo, nývaldur nevndarformaður í BankNordik.
Ben Arabo hevur annars verið í starvi sum stjóri í Betri-samtakinum, sum er kappingarneyti hjá Bank Nordik, men hann koyrdur úr starvi í september 2018 aftaná 9 mánaðir í sessinum.
Hesi manna nú nevndina í P/F BankNordik:
Ben Arabo, formaður
John Henrik Holm, næstformaður
Barbara P. Vang, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Jógvan Jespersen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Gunnar Nielsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Hans Arni Bjarnason Thomsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Dan Rasmussen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Alexandur Johansen, nevndarlimur umboðandi samtakið
Einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019
Á aðalfundinum varð tí samtykt, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019.
– Tað er sera óvist, hvørjar avleiðingar COVID-19 fer at hava fyri samfelagið og virksemið hjá BankNordik, og tí er tað í løtuni trupult at meta um fíggjarligu útlitini hjá samtakinum, verður sagt í tíðindaskrivi.
– Tí metir bankin tað ikki vera ráðiligt at gjalda íleggjarum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2019, sum ætlanin upprunaliga var.