Nú er tað greitt, hvør skal verja málið hjá TB komandi tíðina. TB hevur skrivað undir sáttmála við 25 ára gamla danan, Frederik Mehder. Tað veit Suðurrás at siga í dag.
Frederik Mehder hevur higartil spælt við danska 2. deildarliðnum Skovshoved. Áðrenn tað hevur hann millum annað spælt við FC Helsingør og Frem.
Síðst í síðsta mánað skrivaði TB undir tvey ára sáttmála við týska venjaran Michael L. Winter, sum hevur vant fleiri lið í Danmark. Við bolt.fo hevur Michael L. Winter sagt, at TB er undir samráðingum við 3-4 danskar leikarar, sum hann kennir frá sínari tíð í Danmark. So vit kunnu í nærmastu framtíð vænta at hoyra um enn fleiri danskar leikarar, sum koma til TB.











