Her er nýggi borgarstjórin í Hvalba

Janus Thomsen er spillfeskur í politikki, men hann hevði eitt kanónval og tað forpliktar, sigur hann

Tað verður Janus Thomsen, sum verður nýggjur borgarstjóri í Hvalba.

 

Hann stillaði upp fyri fyrstu ferð og hevði eitt kanónval, har hann fekk heili 144 atkvøður og tað ger hann til treytaleysan toppskorara.

 

Tað er tað mesta, eitt einstakt valevni hevur fingið seinastu heilt nógvu valini, og kanska er tað enntá atkvøðumet í Hvalba.

 

Og hann viðgongur eisini, at hann er púrasta tikin á bóli.

 - Eg hevði vónað at fingið einar 50 atkvøður, so hetta kemur púra óvart á meg, droymdi hann.

 

Men hann ásannar eisini, at tað forpliktar og tískil fer hann eftir borgarstjórasessinum. Hann sigur, at tey hava tosað saman og eru næstan komin á mál. Semja er um, at hann verður borgarstjóri, men onkrir smálutir eru eftir. Og nú fara tey at brúka vikuskiftið at tosa seg lidnan, so fyrst í næstu viku fara tey so at skipa seg formliga.

 

Janus Thomsen er valdur á lista A, sum fekk fimm at teimum sjey kommunustýrislimunum í Hvalba.

 

Sitandi borgarstjóri, Trúgvi Gudmundarson, hevði eisini eitt gott val og fekk væl fleiri atkvøður enn seinast. Men hann fekk 79 atkvøður, ella nógv færri enn Janus Thomsen.

 

Og tí fer Janus Thomsen at kanna sær borgarstjórasessin. Hann er eisini politistur og nú fer hann at tosa við leiðsluna um, hvussu kann kann samskipa borgarstjórastarvið í Hvalba og starvið sum politistur.

 

Borgarstjórastarvið í Hvalba er hálvtíðarstarv.

 

- Eg veit ikki rættiliga, hvat starvið inniber, men eg vænti avgjørt ikki, at eg verið tann, sum fer at royna at gera tað til fulltíðarstarv, sigur Janus Thomsen.