Tað er munur á at hava ein kynsligan samleika og at hava eina kynsliga sannføring. Tað staðfestir Heðin Mortensen, landsstýrismaður.
Nú landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tað ólógligt hjá arbeiðsgevarum at gera mismun á starvsfólki, stendur tað eisini í lógini, at tað bæði er ólógligt at geva mismun vegna »kynsligan samleika« og vegna »kynsliga sannføring«.
Men Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, vildi hava at vita, hvat munurin í roynd og veru er á hesum hugtøkunum, tí hann er, tí hann heldur ikki, at hugtakið »kynslig sannføring«, er brúkt í føroyskari lóggávu áður.
Hetta eru hugtøk, sum eru frammi meiri og meiri, so uttan iva skulu vit venja okkum hesi bæði hugtøkini. Men her er so forkláringin upp á, hvat tey merkja, tí tað er nevniliga munur á.
Heðin Mortensen sigur, at hugtakið, »kynslig sannføring«, fevnir um tví- og samkynd. Kynslig sannføring snýr seg um, hvat kyn tú ert kynsliga drigin at. Men hinvegin fevnir hugtakið, »kynsligur samleiki«, um tvørkynd og millumkynd –tað, sum fyrr varð rópt hermafroditt. Tað snýr seg sostatt um, hvat kyn, ein følir seg at vera.
Heðin Mortensen heldur ikki, at hugtakið »kynslig sannføring« er brúkt í føroyskari lóggávu áðrenn. Hann vísir á, at í illa umstríddur grein 266 b í revsilógini verður orðingin »kynsligur samleiki« nýtt um tví- og samkynd, men tað er ein málslig villa.
Heðin Mortensen sigur annars, at endamálið við uppskotinum, sum skal leggjast fyri Løgtingið, er at geva minnilutabólkum í føroyska samfelagnum eina verju á arbeiðsmarknaðinum.
Bæði tví- og samkynd, og transseksuel, eru minnilutabólkar, sum, sambært LGBT, eru í stórum vanda fyri at vera fyri mismuni og happing, og tí eru bæði hugtøkini við í lógaruppskotinum. Men ætlanin er ikki bara at verja minnilutar, tí tað verður eisini bannað at gera mismun vegna aldur, kyn, politiska áskoðan ella átrúnað, sigur Heðin Mortensen.