14. februar í 2005 sá YouTube dagsins ljós, og síðani tá hevur internettænastan vaksið seg til at verða langt fremst á sínum øki. YouTube er fyrst og fremst ein videokanal, har tað ber til at síggja alt millum himmal og jørð - sangir, filmar, privat videobrot og annað.
Í sambandi við 10 ára dagin hevur YouTube gjørt ein lista yvir mest sæddur videoir á kanalin nakrantíð.
Sjónbandalagið til sangin Gangnam Style er nógv mest sædda video á YouTube. Meira enn 2,2 milliardir sýningar hava verið av sanginum hjá suðurkoreanska PSY.
Í hølunum á honum er Justin Bieber við sanginum Baby, sum hevur havt góðar 1,1 milliard sýningar. Síðani koma Party Rock Anthem hjá LMFAO, Dark Horse hjá Katy Perry og ”Charlie bit my finger… again!”