Aftaná 4-1 sigurin hjá Tottenham á Wycombe Wanderers í kvøld eru 15 av 16 liðum klár, ið skulu møtast í fimta umfari, tí sum svarar til áttandapartsfinalurnar í heimsins elstu steypakapping.
16. liðið verður vinnarin av uppgerðini millum Bournemouth og Crawley. Tann dysturin verður leiktur í annaðkvøld klokkan 19.
Tann stóri dysturin er millum Everton og Tottenham á Goodison Park leikvøllinum í Liverpool.
Áttandapartsfinalurnar vera leiktar mikukvøldið 10. februar.
Hesi liðini møtast í 5. umfarinum:
10.02.2021 - Klokkan 19:45:
Burnley – Bournemouth/Crawley
Manchester United – West Ham
Sheffield United – Bristol City
Wolverhampton – Southampton
Everton – Tottenham
Swansea – Manchester City
Leicester – Brighton
Barnsley – Chelsea