Lutakastið til fjorðingsfinalurnar og hálvfinalurnar í Champions League hevur verið í Sveis í dag. Eitt nú møtast finalistarnir frá í fjør, Bayern Munchen og Paris Saint Germain í fjórðingsfinaluni, meðan søguríku Real Madrid og Liverpool eisini møtast.
Favorittarnir úr Manchester City skulu takast við Erling B. Håland og Borussia Dortmund. Vinnarin av hesi uppgerðini skal spæla móti vinnaranum av endurtøkuni av finaluni frá í fjør. Tað vil siga, at tað verður bara ein av favorittunum úr Manchester City, Bayern Munchen og Paris Saint Germain, sum koma í finaluna.
Hetta eru góð tíðindini fyri hini fýra liðini, sum komu úr pottinum. Her munnu øll fýra síggja sær ein møguleika at koma í finaluna. Chelsea fekk dreymalutakastið, tá teir blivu paraðir við FC Porto. Vinnarin møtir vinnaranum av Liverpool og Real Madrid.
Tað verður ikki greitt fyrr enn seinni í dag, júst hvat dato dystirnir verða.
Beinleiðis:
Tað verður lutakast til fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar í Champions League í dag. Tað er ongar avmarkingar í til lutakastið, so øll kunnu møta øllum. Her fylgja vit lutakastinum beinleiðis.
Tað eru eingi umboð fyri feløgini til staðar til lutakastið í Sveis. Koronufarsóttin hevur eisini ávirkað dystirnar í Champions League higartil. Tí hava bæði Ungarn og Rumenia lagt grass til nakrar av dystunum.
Tað verður ikki greitt fyrr enn seinni í dag hvat dato dystirnir verða avgreiddir. Finalan í Champions League verður spæld í Istanbul í Turkalandi.
Champions League 1/4:
Manchester City - Borussia Dortmund
FC Porto - Chelsea
Bayern Munich - Paris Saint Germain
Real Madrid - Liverpool
Champions League 1/2:
Bayern Munich/Paris Saint Germain - Manchester City/Borussia Dortmund
Real Madrid/Liverpool - FC Porto/Chelsea
Í pottinum:
Bayern Munich
Real Madrid
Chelsea
Paris Saint Germain
Borussia Dortmund
Manchester City
FC Porto
Liverpool