Samsýningin hjá dómarakvartettini er hækkað við túsund krónum. Frá 6.100 krónum til 7.100 krónur fyri hvønn dyst í Effo-deildini. Størstu hækkingina fær 4. dómarin, sum fer úr 500 krónum upp í 1.000 krónur.
Les eisini:(Petur Reinert) Báðir partar ónøgdir
Formaðurin í dómaranevndini Fríðin Ziskason, er eins og Petur Reinert, formaður í dómarafelagnum, ónøgdur við semjuna, men ásannar at ein loysn mátti finnast.
- Hækkingin er størri enn við ætlaðu, men afturfyri hava vit gjørt ein sáttmála upp á fýra ár, sigur Fríðin Ziskason, formaður í dómaranevndini hjá FSF.
Hann fegnast somuleiðis um, at samráðingarnar ikki órógvaðu fótbóltin.
Her sæst broytingini í samsýningini hjá dómarunum fyri ein dyst í Effo-deildini:
Dómarakvartettin samanlagt: 6.100 til 7.100 (krónur)
Dómari: 2.200 til 2.500
Hjálpardómari: 1.700 til 1.800
4. dómari: 500 til 1.000