Her er leikbannið hjá Eli F. Nielsen

Úttikin til landsliðið í dag, men skal sita uttanfyri í fleiri dystir fyri B36

Eli F. Nielsen hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið, ið hann fekk í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, tá B36 vann 3-2 á HB.

 

Les eisini: òvanliga langt leikbann til HB liðskiparan

 

Miðvallarin fekk í dag landsliðsboð á fyrsta sinni, men við í postinum kom eisini eitt leikbann á tríggar dystir. Hann fekk beinleiðis reytt kort fyri at fella Heðin Hansen miðskeiðis á vøllinum.

 

Sum skilst, so fær Eli F. Nielsen leikbannið eftir punkt fýra í vegleiðingini um leikbann. Tað er fyri at sparka ella sláa ein annan spælara, meðan bólturin antin ikki er í spæl, ella meðan spælið fyrigongur aðrastaðni á vøllinum.

Eli F. Nielsen skal sita uttan fyri í fýra dystir, tí í gjárkvøldið hevði hann leikbann fyri fýra gul kort í landskappingini. Eftir tað skal hann sita yvir í tríggjar dystir afturat. Eli verður tí ikki tøkur hjá B36 í dystum ímóti NSÍ, Víkingi, KÍ og HB. Eli kann spæla aftur ímóti EB/Streymi tann 23. juni.

Fyrr í dag fekk Jóhan Troest Davidsen, liðskipari hjá HB, leikbann í heilar seks dystir, fyri útvísingina eftir sama dyst.

 

B36 kann ikki kæra avgerðina.

 

Úr vegleiðingini um leikbann:

4. LEIKBANN 3 DYSTIR

Verður givið fyri grov brot sum m.a.:

- at sparka ella sláa, um bólturin ikki er í spælið, ella um spælið fer fram aðrastaðni á vøllinum.