Her er HM-hópurin hjá Kroatia

Luka Modric fer at taka lut í sínum fjórða HM-endaspæli

So hava verandi HM-silvurvinnararnir, Kroatia kunngjørt HM-hópin til HM-endaspælið í Katar.

 

37 ára gamli. Luka Modric sum var valdur at vera besti leikarin undir HM-endaspælinum í 2018 fer at taka lut í sínum fjórða HM-endaspæli. 

 

Modric var eisini við til HM-endaspælið í Brasil í 2014, og til HM-endaspælið í Týsklandi í 2006.

 

Kroatia er í innleiðandi bólki saman við Marokko, Kanada og Belgia, og teir eru saman við Belgia favorittar til at vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar.

 

Kroatia spælir móti Marokko 23. november, Kanada 27. november, og móti Belgia 1. desember.

 

HER er HM-hópurin hjá Kroatia:

 

Málverjar: Domink Livakovic (Dinamo Zagreb), Ivica Ivusic (NK Osijek), Ivo Grbic (Atletico Madrid)


Verjuleikarar: Domagoj Vida (AEK Aþena), Dejan Lovren (Zenit St Petersburg), Borna Barisic (Rangers), Josip Juranovic (Celtic), Josko Gvardiol (RB Leipzig), Borna Sosa (VfB Stuttgart), Josip Stanisic (Bayern Munich), Martin Erlic (Sassuolo), Josip Sutalo (Dinamo Zagreb)


Miðvallarar: Luka Modric (Real Madrid), Mateo Kovacic (Chelsea), Marcelo Brozovic (Inter Milan), Mario Pasalic (Atalanta), Nikola Vlasic (Torino/West Ham), Lovro Majer (Rennes), Kristijan Jakic (Eintracht Frankfurt), Luka Sucic (RB Salzburg)


Áleyparar: Ivan Perisic (Tottenham), Andrej Kramaric (1899 Hoffenheim), Bruno Petkovic (Dinamo Zagreb), Mislav Orsic (Dinamo Zagreb), Ante Budimir (Osasuna), Marko Livaja (Hajduk Split)