Her er HM-hópurin hjá Fraklandi

Frakland og Danmark eru í bólki saman

Kylian Mbappe er millum mongu fronsku stjørnurnar

So er eisini franski HM-hópurin úttikin, har Frakland skal royna at verja HM-gullið teir vunnu í Russlandi í 2018.

 

Frakland er í innleiðandi bólkinum í HM-endaspælinum í Katar í bólki saman við Danmark, Avstralia og Tunesia.

 

22. november spælir Frakland móti Avstralia. 26. november er Danmark mótstøðuliðið, og 30. november spælir Frakland móti Tunesia. 

 

Paul Pogba er ikki millum teir kosnu hjá Fraklandi.

 

HER er HM-hópurin hjá Fraklandi: 

 

Málverjar: Alphonse Areola (West Ham), Hugo Lloris (Tottenham), Steve Mandanda (Rennes)


Verjuleikarar: Lucas Hernandez (Bayern München), Theo Hernandez (AC Milan), Presnel Kimpembe (Paris St-Germain), Ibrahima Konate (Liverpool), Jules Kounde (Barcelona), Benjamin Pavard (Bayern Munich), William Saliba (Arsenal), Dayot Upamecano (Bayern München), Raphael Varane (Manchester United)


Miðvallarar: Eduardo Camavinga (Real Madrid), Youssouf Fofana (Monaco), Matteo Guendouzi (Marseille), Adrien Rabiot (Juventus), Aurelien Tchouameni (Real Madrid), Jordan Veretout (Marseille)


Áleyparar: Karim Benzema (Real Madrid), Kingsley Coman (Bayern München), Ousmane Dembele (Barcelona), Olivier Giroud (AC Milan), Antoine Griezmann (Atletico Madrid), Kylian Mbappe (Paris St-Germain), Christopher Nkunku (RB Leipzig)

 

 

 

 

 

Kylian Mbappe er millum mongu fronsku stjørnurnar