Seinast í november gjørdist greitt, at serbiski Alexandar Jovevic verður nýggjur høvuðsvenjari hjá ÍF. Ivamál hevur tó verið, hvør hjálparvenjarin hjá honum verður, men nú tykist tað at vera púra greitt.
Sambært keldum hjá Miðlahúsinum, er tað greitt, at tað verður fyrrverandi GÍ og ÍF leikarin, Poul Ennigarð, ið skal vera hjálparvenjari hjá Alexandar Jovevic í ÍF.
37 ára gamli Poul Ennigarð legði eftir kappingarárið í 2011, skógvarnar á hillina.
Poul Ennigarð spældi kappingarárini 2005, 2009, 2010 og 2011 við ÍF, og er skrásettur fyri 249 dystir í Effo-deildini.
Kappingarárini 1994, 1995 og 1996 var Poul Ennigarð við til at vinna 3 FM-heitið við barndómsfelagnum, GÍ.